Mynd: Skipalistin.

Sildberin siglir Sandvík Sand

vinna22-09-2019 - 20:35 - Jóanis Nielsen

 Tað stóð ein rúgva av fólki eftir á Krambatanga tá ið Prince loysti seinnapartin, tí fult var umborð á leigaða skipinum.

Eisini var eitt felagslið hjá AB/B71, sum ikki slapp við. Sands Kommuna gjørdi ikki matari, enn at leiga Sildberan, soleiðis at liðið slapp heim aftur.

Í skrivandi stund er Sildberin komin norður um Stóru Dímum, so fara AB-leikararnir at klára Teistan og B71 er heima tá ið teir koma á Sand um ein tíma ella so.