Sirið spyr um bíðilistar í sjúkrahúsverkinum

politikkur01-09-2020 - 16:32 - Jóanis Nielsen

Virksemið hjá Sjúkrahúsverkinum hevur verið sera nógv merkt av koronastøðuni. Akuttar viðgerðir blivu framdar, men tíverri vóru planlagdar skurðviðgerðir og endurvenjingar útsettar. Upplýst er at heili 6000 viðgerðir færri vóru framdar samett við í fjør og innan ávís øki varð virksemið skert upp í 80%. Tí spyr Sirið Stenberg um, hvat verður gjørt fyri at fáa bíðilistarnar niður, sum komu í orsaka av korona.

“Tað er trupult at meta um avleiðingarnar av hesum, men tað skerst ikki burtur at tað er sera óheppi fyri fólk sum bíða. Førleikar verða mistir á leiðini, førleikar sum møguliga ikki kunnu endurvinnast. Afturat hesum kemur uttan iva pína og líðing, sjúkrameldingar og annað, sum ávírkar lívsgóðskuna. So avleiðingarnar av koronasmittuni eru víðfevndir fyri eina røð av fólki.” sigur Sirið Stenberg