Sirið spyr um neyðtøkutilbúgving

politikkur29-05-2020 - 20:00 - Jóanis Nielsen

Sirið Stenberg
løgtingsmaður

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um neyðtøkutilbúgving, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Er ætlanin hjá landsstýrismanninum at seta eina neyðtøkutilbúgving í verk í sjúkrahúsverkinum ?

2. Um ja, nær kann so roknast við, at hendan verður klár ?

Viðmerkingar:
Í longri tíð hevur verið arbeitt við at seta eina neyðtøkutilbúgving á stovn í sjúkrahúsverkinum. Bæði Amnesty og politiski myndugleikin hava í felag viðgjørt málið. Orsøkin til at ætlanin ikki er framd í verki er, at tað var so stórur mangul uppá gynækologar. Hetta gjørdi tað ógjørligt at áleggja nýggjar uppgávur. Nú er tað gleðiliga hent, at gynækologiska økið hevur fingið sett fleiri læknar í starv. Hetta eigur at lata upp fyri at seta tiltrongdu ætlanina við neyðtøkutilbúgving í verk.

Í grannalondunum eru neyðtøkutilbúgvingar, sum hava greiðar mannagongdir um, hvussu fólk, sum hava verið fyri neyðtøku, kunnu venda sær til eina neyðtøkutilbúgving fyri at fáa goymt og tryggjað prógv, og at fáa aðra og neyðuga hjálp í sambandi við brotsverkið. Hetta hevur hjálpt fleiri fólkum seinni í einum møguligum rættarmáli og at fóta sær aftur aftan á so ógvusligt brotsverk.

Annars er gjørt eitt stórt arbeiði saman við fleiri áhugabólkum og stovnum fyri at varpa ljós á, at m.a. sex krevur samtykki og onnur upplýsandi og fyribyrgjandi átøk mótvegis neyðtøku.

Á Løgtingi, 29. mai 2020