Sisimiut hevur sett kós vestur í hav

vinna16-06-2018 - 12:30 - Jóanis Nielsen

 Grønlendski trolarin Sisimiut, sum hevur landað í Kollafirði og síðan verið í Havn hjá Skipasmiðjuni Mest, hevur nú sett kós vestur í hav, teir fara at fiska svartkalva við Eystur-Grønland.

Tað eru nakrir føroyingar við Sisimiut, skipari er Pauli Olsen, sum er ættaður úr Sandavági.

Vit tóku hesar myndirnar tá ið Sisimiut fór fyri vágnum her hjá okkum.