Kim S.G. Bergkvist, granskari, og Kirstin Eliasen, verkætlanarleiðari, við felluna í Sandá.

Sjósílaverkætlanin - fyrstu úrslitini

vinna14-08-2020 - 14:46 - Jóanis Nielsen

 Gransking: Umfatandi sjósílaverkætlanin hjá P/F Fiskaaling byrjaði í 2019. Verkætlanin er í tveimum pørtum: 1) fellan í Sandá, ið kannar nær sjóbúgvin sjósíl ferðast á sjógv á fyrsta sinni, og 2) kanning av trivnaðinum hjá vaksnum sjósílum á sjónum.

Sílafellan í 2019 varð sett sett upp 22. apríl og tikin niður aftur 15. Juli

Tað er greitt, at avfallið er avgerandi fyri, nær sílini ferðast á sjógv. Tað merkir, at væl fleiri síl vórðu fingin, tá ið áin var stór. Í tíðarskeiðinum fingu vit tilsamans 675 sjósíl, sum vigaðu í miðal 118 g og vóru 22 cm til longdar. Í apríl mánaði vóru tað einamest stór síl, ið ferðaðust á sjógv, t.e. størri enn 25 cm, meðan sílini, ið ferðaðust á sjógv á fyrsta sinni, í størstan mun fóru oman í mai og juni. Í juli vóru nærum eingin síl fingin í felluni (mynd 1).

Roðslan varð lisin av 164 sílum úr Sandá. Hetta vísti, at aldurin á sílunum, ið ferðaðust á sjógv á fyrsta sinni, var í miðal 2,3 ár.

Sjósíl í felluni 2019, stødd

Mynd 1: Tal av sjósílum fingin í felluni í 2019, býtt á stødd.

Kanningarnar av vaksnu sílinum á sjónum vórðu framdar eftir tveimum leistum: veiða við gørnum (33 síl) og umvegis sílafiskarar, ið sendu inn roðslu frá sílum, teir høvdu fingið (147 síl). Hesi sílini vigaðu í miðal 559 g og vóru 33,3 cm til longdar.

Roðslur av hesum fiskunum vórðu eisini lisnar, og sambært hesum vóru sílini í miðal 2,24 ár, tá ið tey fóru á sjógv á fyrsta sinni, ið samsvarar væl við tað, vit funnu í Sandá.

Aldursbýtið á kannaðu sílunum var soleiðis:

  • Trý ára gomul: 59 síl
  • Fýra ára gomul: 49 síl
  • Fimm ára gomul: 17 síl
  • Seks ára gomul: 4 síl
  • Sjey ára gomul: 2 síl

Eisini vísti roðslan, at sílini í miðal vuksu 9,4 cm fyrsta árið á sjónum, meðan vøksturin var 6,6 cm annað árið. Einans roðslan á einum 5 ára gomlum síli sýndi tekin um gýting. Hetta var aftaná tvey ár á sjónum.

Sum væntað, vóru sílini munandi betur fyri í mánaðunum juni til august, ið er tíðarskeiðið, tá ið vanliga er mest til av føði.

Sílini høvdu í miðal 7,2 lýs, og høvdu tey flestar lýs í mánaðunum juni til august (mynd 2), ið samstundis eru turrastu mánaðirnir. Hetta kann benda á, at sílini fara niðan í áirnar at lúsa seg av.

Munir, lýs

Mynd 2: Mánaðarligir munir í mongd av lús á kannaðu sílunum.

Verkætlanin heldur fram í 2020, og eru øll hjartaliga vælkomin at senda inn roðslu frá sílum fingin á sjónum. Lesið meira um luttøku í verkætlanini og innsending av roðslu her.

Øll frágreiðingin (á enskum) kann lesast her.

Verkætlanin er fíggjað av Havbúnaðarfelagnum.