Sjóvarmál 2020: Havstovan sóknast eftir upplýsingum um hávar

02-03-2021 - 23:19 - Jóanis Albert Nielsen

Havstovan: Stubbi úr Sjóvarmál 2020

Lítil vitan er skrásett um brugdu og hemara undir Føroyum. Hetta kemst millum annað av, at hesi hávasløg sjáldan verða veidd og heldur ikki altíð landað. Havstovan er áhugað í at fáa meira at vita um stovnsstøddina og lívfrøðina sum heild hjá hesum hávasløgum.

Síðstu vikurnar hava borist tíðindi um hemara runt oyggjarnar, og tískil taka vit hendan stubban úr Sjóvarmáli 2020 framaftur. Tá Havstovan fær fráboðanir um ymisk fyribrigdi frá áhugaðum fólki, verða tær savnaðar í ein dátugrunn, soleiðis at slík vitan verður skrásett. Um tú eygleiðir okkurt fyribrigdi við tilknýti til sjógvin, sum tú heldur er áhugavert, so kanst tú boða Havstovuni frá. Tað kanst tú til dømis gera við at senda t-post til spennandi@hav.fo, men tú ert eisini vælkomin at ringja353900, meðan opið er 09:00-15:30 gerandisdagar.

Stubbin í Sjóvarmáli um brugdu og hemara kann lesast her.

Havstovan gevur út ársritið Sjóvarmál, sum við orðum og myndum lýsir stóran part av virkseminum á Havstovuni.

Hannipoula Olsen