Sjúrður Poulsen 40 ára starvsdag

06-04-2021 - 21:10 - Jóanis Albert Nielsen

1. apríl 2021 hátíðarhelt Sjúrður Poulsen 40 ára starvsdag í Betri Banka.

Í hesum sambandi var hátíðarhald í Miðvági, har Sjúrður hevur starvast sum deildarleiðari í mong ár.
 
Sjúrður er kendur sum ein virkisfúsur og nýskapandi maður, ið torir at hugsa nýtt. 

Tað er týdningarmikið fyri Betri samtakið, at starvsfólk støðast og eru trúføst. 40 ára starvsdagurin hjá Sjúrði er eitt gott dømi um júst hetta. 

Hjartaliga til lukku, Sjúrður

Betri