Skála í Mentanarvikuni

Mentan23-04-2019 - 13:15 - Jóanis Albert Nielsen

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu er byrjað og heldur fram til 28. apríl. Í hesum tíðarskeiði eru fleiri spennandi tiltøk á skránni á Skála.

Týsdagin eru tvey tiltøk í Skála skúla. Í føroyskum fólkaskúlum hevur tað verið ein siður at byrja dagin við morgunsangi. Skála skúli býður almenninginum við til morgunsang týsmorgunin 23. apríl kl. 8.45, fyrsta skúladagin eftir páskir. Aftaná verður góður drekkamunnur.

Ein serlig søguløta verður í skúlanum á Skála týsdagin kl. 17.15. Tá kemur rithøvundurin Rakel Helmsdal sjálv at lesa søgur fyri børnunum - hon hevur millum nógv annað skrivað skrímslabøkurnar. Hetta er onnur søguløta sum verður á Skála - og eins og seinast, verður okkurt smátt undir tonnina hjá børnunum og kaffi til tey vaksnu.

Forminnisfelagið fyri Skála og Skálafjørð skipa fyri kvøldsetu í húsinum hjá felagnum flaggdagin 25. apríl kl. 18. Á skránni er felagssangur, fyrilestur við Jóan Paula Joensen og tónleikaframførsla.

Tiltakið er ókeypis. Møguleiki er at keypa kaffi/te og ein góðan køkubita.

Fríggjadagin kl. 17 verður gongutúrur við frásøgufólki. Gingið verður ífótasporunumhjá Ormi bóndi. Ferðaleiðari á túrinum erHallgrím Johannesen.Gongutúrurin byrjar í Prestá har kaffi, te og vaflur verða til keyps.Síðani verður gingið eftir gøtuni oman við Prestá og víðari út á Berjarheygg.

Tiltakið gakk og renn – av Selatrað á Skála, er aftur á skránni í ár. Talan er um eitt hugnaligt rørslutiltak við góðum mati.Møguleiki er at velja ímillum ymsar teinar eftir vegnum og upp um Skarið. Tiltakið, sum verður sunnudagin kl. 13,er bæði fyri tann roynda rennaran og fyri barnafamiljuna. Kostnaður: kr. 250 fyri vaksin, kr. 100 fyri børn (16 ár og yngri) kr. 600 fyri familjur við børnum.Seinasta freist at melda til, er fríggjadagin 26 apríl.

Meira kunning um hesi og onnur tiltøk í Mentanarvikuni er á visitrunavik.fo og Facebook síðuni Mentanarvikan í Runavíkar kommunu.