Skoraberg og Fullberg komu fullfermdir á Kollafjørð

22-05-2019 - 14:08 - Jóanis Nielsen

 Skoraberg og Fullberg komu fullir undir lúkurnar á Kollafjørð tíðliga í morgun, teir hava 300 tons av gulllaksi, sum teir landa til Faroe Pelagic.

Á virkinum í Kollafirði heilfrysta teir gulllaksin.

Skoraberg og Fullberg hava roynt vestur úr Føroyum í eina lítla viku.