Skrá fyri Føroya Sjómannadagur 2017

mentan11-08-2017 - 20:06 - Jóanis Nielsen

Føroya SJÓMANNADAGUR 2005 – 2017:

Skráin fyri Føroya Sjómannadag 2017

Føroya Sjómannadagur hevur til endamál at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og at kveikja áhuga fyri tí ið hevur við sjógvin at gera. Hetta verður gjørt uppá ein hugnaligan, gevandi og rúsfríðan hátt, so at familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu njóta gleði av hesum tiltaki.

…………………

FØROYA SJÓMANNADAGUR

Høvuðsstuðul:

Klaksvíkar Kommuna & Norðoya Sparikassi

ØLL TILTØK Á FØROYA SJÓMANNADEGI ERU ÓKEYPIS!

SKRÁ:

MÁNADAGIN 14. AUGUST

Kl. 19:00

Fiskivinnan og framtíðin – fyrimunir og vansar við ymiskum skipanum

Fyrilestur í deildini hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík.

Símun Absalonsen og Arni Poulsen frá Grannskoðaravirkinum Numo leggja fram.

TÝSDAGIN 15. AUGUST

Kl. 19:00

Týdningurin fiskivinnan hevur fyri Tvøroyri og Klaksvík?

Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroya Kommunu, Jóhann Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu leggja fram. Harafturat fer Kristin Michelsen at hugleiða um vanlukkuna tá eldur kom í Varðan Pelagic og hvønn týdning hendingin hevur havt fyri Tvøroyri. Aftaná framløgurnar verður høvið at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vertur er Dávur Winther.

Framløgurnar verða í Skúlanum á Skúlatrøð.

MIKUDAGIN 16. AUGUST

Kl. 19:00

FISKIVINNUTING Í SKÚLANUM Á SKÚLATRØÐ

Vertur: Jón Brian Hvidtfelt.

Politisku flokksformennirnir kjakast um nýskipan av fiskivinnuni.

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Aksel V. Jóhannesen, formaður í Javnaðarflokkinum

Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýrisflokkinum

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum

Poul Michelsen, formaður í Framsókn.

Høvi verður at seta spurningar úr salinum.

R7 útvarpar frá fundinum

HÓSDAGIN 17. AUGUST

Kl. 18:00 í Svimjuhøllini

Modell av Ernestine verður handað sum gáva til Klaksvíkar Svimjuhøll.

Eyð Matras lesur brot úr søguni um Ernestine.

Kl. 19:00 í Svimjuhøllini (í hølinum har Íðka helt til)

Í kjalarvørri forfedranna

Rithøvundurin Óli Olsen hugleiðir um sigling og navigatión.

Hann kemur stutt inn á forna sigling, nemur við stóru rannsóknarferðirnar og greiðir frá siglingini hjá Nólsoyar Pálli. Hann nevnir slupptíðina og kemur inn á 1920-árini, tá ið fiskiskapurin tekur seg upp í Grønlandi, og skiparar mugu taka "longdina."

FRÍGGJADAGIN 18. AUGUST

18.00

Fiskikapping á Kósabrúnni.

Stór fiskikapping á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir.

Børnini skulu sjálvi hava tráðu við. Agn verður útflýggja á bryggjuni.

Silvi vitjar og børn og vaksin fáa kakao, sunnkist og góðgæti.

Vinnararnir av sjálvari fiskikappingini verða heiðraðir á stórapalli á Sjómannadegnum leygardagin 20. august.

19.00

Stórt Vatnkríggj millum bátar og skip

Skip og bátar leggja at Kósabryggjuni og taka fólk umborð og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vánni. Sløkkilið og bjargingarfeløg úr øllum landinum luttaka í vatnkrígginum.

ØLL SKULLU VERÐA Í BJARGINGARVESTI.

Kaptain Gardar Vatnkríggj

Á vestursíðuni frammanfyri Northern Fish Cold Storage, skipar Kaptain Gardar fyri vatnkríggj fyri smærri børn og teimum, sum ikki ynskja at verða umborð á bátunum.

Kaptain Gardar og aðrir sjórænarar verja seg móti børnum við vatn kanón o.ø..

Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj, er í deildunum hjá Norðoya Sparikassa kring um í landinum. Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 19. august kl. 15:00.

Øll - bæði børn og vaksin, sum luttaka í vatnkrígnum, kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er umráðandi, at hava heit klæði við.

LEYGARDAGIN 19. AUGUST

09.00

Føroysku træseglskipini og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl.

10.00

Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at bryggju innast í krókinum við langu-kaj. Westward Ho, Dragin, Norðlýsið og Thorshavn.

10.30

Merkið vundið á stong

Umboð fyri manning, sum hevur longstu leið til Føroya Sjómannadag, heysar Merki í húnar hátt meðan Tjóðsangurin verður sungin.

Tá tjóðsangurin er sungin er borðreitt við Kaffi, Te, Kakkao, Sjómannabolla og vinarbreyði á bryggjuni.

10.45

Jógvan Skorheim,

borgarstjóri, bjóðar vælkomin.

Høgni Hoydal,

landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur Føroya Sjómannadag og handar bestu skipum og bátum í Føroyum, heiðursmerki.

Skipalista-Kvissin. Undankapping til stóru finaluna í spurnar kappingini hjá Skipalistanum, sum verður á stóra pallinum kl. 15:30.

11.00 – 12.00

Harmonikutónleikarar, frá Fuglafjarðar Harmonikufelag, spæla kend løg umborð á Westward Ho.

11.00 – 18.00

Listaframsýningar.

Lydia Petersen og Magna Auðunsson sýna fram í stóra tjaldinum.

Edward Fuglø hevur opið atelier í gomlu Sýslumans húsunum.

11.00 - 17.00

Vardi verkstaðurin á Brekku og virkis- og tilhaldsstaðið, Gloym meg ei, sýna fram í kjallaranum hjá Berglon.

11.00-16.00

Norðoya Fornminnasavn opið

11.00 – 19:00

Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli á bryggjuni.

11:00 – 17.00 Sjórænaraskip og bátar leggja at bryggju og sigla túrar við børnum.

Kaptain Gardar & Stampi skipa fyri SKEIÐI FYRI LÍTLAR SJÓRÆNARAR .

Børn undir og í skúlaaldri kunnu royna sýni kynstur sum Sjórænarar.

Øll, sum klára royndirnar, fáa eitt diplom frá Kaptain Gardar & Stampi.

11.00 – 17:00

UMBORÐ Á WESTWARD HO verða tveir mans ílatnir føroyska húgvu, skipstroyggju, stivlar/tuflur og vøttir - hjálpa fólki at hála t.d. fokkuna ella mesanin - upp og niður, leggja undir lippuna, halda tørn og seta fast á kuffilnaglan. Síðani at gera fallið upp.

UMBORÐ Á SKÚLASKIPINUM DRAGIN verður Kahúttin rigga um til skúlastovu við øllum tólum og undirvísingartilfari, sum næmingarnir vanliga nýta. Greitt verður frá, hvussu vit ígjøgnum árið nýta skúlaskipið til undirvísing. Eisini ber til at heysa okkurt segl upp og niður.

12.30 – 17.00

FØROYA ÁTILIGASTA FISKABORÐ

----

JFK bjóðar Fish & Chips:

Fiskurin er fyrsta flokksvøra frá GADUS, og Chips verður framleitt úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnaði til endamálið.

Kokkarnir, Gavin og Craeg, frá matstovuni, Papas Barn í London, sum seinastu árini hava verið støðugt millum topp 10 av bestu Fish&Chips kokkunum í Stórabretlandi, standa fyri matgerðini.

-----

Bakkafrost á Sjómannadegnum

Vit á Bakkafrost eru errin av okkara vælsmakkandi og heilsugóða laksi, aldur á føroysku firðunum. Á Sjómannadegnum fara vit at borðreiða við ókeypis smakkiroyndum.

Legg leiðina framvið og royn hesar leskiligu, men heldur øðrvísi smakkiroyndir. Hesar fara vónandi at geva tær íblástur til aðrar laksarættir.

-----

Samtakið Christian í Grótinum bjóðar Makrel buffé.

Roykt makrelsalat til vaksin:

Makrelurin er fiskaður av Norborg í føroyskum sjógvi, í august mánaða 2017 og royktur hjá Sjógæti á Norðskála.

Makrel Pasta til børn.

Makrelurin er fiskaður av Norborg í føroyskum sjógvi, í august mánaða 2017 og víðari framleiddur á Larsen virkinum í Týsklandi.

-----

Føroya Sjómannadagur bjóðar feska grind, spik, eplir og sterkan sinnop á bryggjuni, har grindahvalurin verður skorin upp.

----

12.00

Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða. Kappingin er fyri pør.

Tilmelding á pallinum.

12.30

Norðoya Sparikassi skipar fyri Familjukonsert

við Rakul Ró frá bólkinum ”Kular Røtur” og Mariu á Lakjuni. Eisini vitjar Silvi.

13.00 – 17.00

Opið skip umborð á Brimli. Manningin bjóðar heitar vaflur og Kakao.

13.00 – 17.00

Opið skip umborð á rannsóknarskipinum hjá Havstovuni, Magnus Heinason. Granskarar sýna fram royndarstovur og ymiskt annað áhugavert. (Av tí at Magnus Heinason hesa tíðina av árinum ger ymiskar royndir verður ikki greitt fyrr enn á Sjómannadegnum um skipið luttekur)

13.00 – 17:00

Føroyameistarakapping – Kassastabling

Norðoya MC skipar fyri

13.00 - 17.00.

Opið hús á Looknorth.

Til ber at síggja hvussu framleitt verður EPS (flamingo) og hart plast.

Víst verður runt á virkinum og Looknorth bjóðar kaffi og vaflur.

13.00 - 17.00

Ókeypis kramarísar.

Føroya Sjómannadagur bjóðar ókeypis kramarísar til børn og vaksin.

13.00 – 17.00

Norðoya bjargingarfelag hevur opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska

13.00 – 17.00

Blái króssur deilir ókeypis ballónir út til børn.

13.00-17.00

Vilt á sjónum:

Uppliving fyri lívið – bæði fyri børn og vaksin - Túrar við speedbátum, sum ganga 70 míl. …. ÓKEYPIS!!!

13.00 – 17.00

Silvi skipar fyri fiskidammi í stóra tjaldinum.

13.15

Skera upp grind

Grindamanna Felagið vísir hvussu hvalir verða skornir upp.

Frásøgumaður greiður frá baði á føroyskum og enskum.

13.30

Bjargingarroynd við Tyrluni hjá Atlantic Airways og Norðoya Bjargingarfelag.

Samstundis hevur Klaksvíkar Sløkkilið venjing.

13.30

Klaksvíkar Dansifelag

skipar fyri føroyskum dansi á bryggjuni.

14.00 – 19.00

Silja-Star siglir til Kópakonuna í Mikladali við ferðaleiðara.

Túrurin tekur uml. 50 min. frá tí farið verður úr Klaksvík til lagt verður at bryggju aftur í Klaksvík.

Siglt verður frá Langu-kaj kl. 14:00, kl. 15:00, kl. 16.00, kl. 18.00 og kl. 19:00!

14.00

Føroyameistarakapping - Agnskering

Tilmelding á pallinum

14.00 – 15.00

Harmonikutónleikarar, frá Fuglafjarðar Harmonikufelag, spæla kend løg umborð á Draganum.

14.15

Føroyameistarakapping í Egning

Tilmelding á pallinum

15.00

Føroya flottasta og átiligasta køka.

Heiðursmerki verða givin til flottastu og til átiligastu køkuna.

Dómarar verða: Rannvá Knudsen, kendur køkubloggari. Lisbeth Mørkøre, kondittari. Jóhanna á Tjaldrafløtti, leiðari Føroya Húsarhaldsskúli.

Køkurnar skulu latast inn í stóra tjaldinum kl. 13.

15.15

Skipalista-Kvissin FINALAN – spurnarkapping

15.25

Svimjikapping á Vánni

Svimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping tvørtur um Vánna. Tilmelding hjá ÆGIR.

Kappast verður í bólkum: Menn, Kvinnur (25 ár og eldri), Dreingir og Gentur (undir 25 ár)

17. 00

Føroyameistarakapping – Trolbøting

Tilmelding á pallinum

17.30

Togtogan millum skipsmanningar

Tilmelding á pallinum, 8 persónar pr. lið.

18:00

Føroyameistarakapping – Halda dregg

Tilmelding á pallinum

18.30

Føroyameistarakapping – Sjómannstak

Tilmelding á pallinum

19.00

Undirhald og felagssangur á bryggjuni.

Tá kappingin um FM í Sjómannstaki er liðug verða fara Hans Hjalti Skaale og Fuglafjarðar Harmonikufelag at undirhalda við Sjómannsvísum og felagssangi. Eisini fara Jákup Vejhe og Sjúrður Skaale, sum serliga eru kendir frá sjónvarpsrøðini ”Pipar & Salt” at undirhalda.

Sjómannadagurin endar

SUNNUDAGIN 20. AUGUST:

11.00

Sjómansguðstænasta í Christianskirkjuni.

Jógvan Frídrikson biskupur prædikar.