Skráin fyri Mentunarvikuna í Vági

Mentan23-04-2019 - 18:54 - Jóanis Albert Nielsen

Í døgunum frá 25. apríl til 4. mai 2019 er Mentunarvika í Vági. Skráin fyri mentunarvikuna er fjøltáttað og fevnir um alt frá hátíðar-flaggdagshaldið, nú tað eru 100 ár síðani at Merkið varð teknað, til fyrilestrar, tónleik, mat-tiltøk, rørslu og ítrótt, andalig tiltøk, og gongutúrar í nærumhvørvinum. Skránna finnur tú niðanfyri.

Tórsdagin 25. apríl 2019

Kl. 14.00 Flaggdagshaldið við Minnisvarðaøkið, sum Skótaliðið Royndin skipar fyri. Skótar og úlvar ganga skrúðgongu oman til Minnisvarðan. Bjartur Nolsøe heldur flaggrøðuna. Sangarar úr Ljómi luttaka við felagssangi.

Skrúðgongan fer úr Skótahúsinum kl 13.45 oman á Minnisvarðaøkið. Aftaná Flaggdagshaldið bjóðar Skótaliðið Royndin ein drekkamunn í Miðlatúni, har vinnararnir av teknikappingini verða avdúkaðir.

Fríggjadagin 26. apríl 2019

Kl. 20.00 Suðuroyar Sparikassi bjóðar til konsert við Inga Poulsen. Tiltakið er ætlað øllum ungum í aldrinum 13-29 ár. Umboð frá Ungdómshúsinum koma at siga frá teirra virksemi. Okkurt leskiligt verður at fáa. Tiltakið er ókeypis og endar kl. 22.00

Leygardagin 27. apríl 2019

Ruddingardagur, plantupakkar og ABC fyri sálarliga heilsu
Árligi ruddingardagurin hjá Vágs kommunu verður aftur í ár skipaður sum eitt ABC fyri Sálarliga heilsu tiltak – les eisini meiri um hetta á heimasíðuni hjá Vágs kommunu
www.vagur.fo

Dagurin byrjar við morgunmati í Garðslon (Billardhúsinum), sum verður frá kl. 9.00 til kl. 10.00. So verður farið at rudda. Í Garðslon eru ruskposar, sum fólk kunnu taka við sær, tá farið verður at rudda.

Ruddingin verður skipað kring allan býin og lagt er upp til, at fólk í ymisku býlingunum rudda í egnum nærumhvørvi. Ruddingardagin fara vitat taka upp tað, sum liggur runt í kommununi. Hetta merkir eisini, at ruddingardagurin ikki er ætlaður sum eitt høvið hjá fólki at tøma kjallarar, hjallar og annað.

Ruddað verður fram til middags, tá suppa verður bjóðað í Garðslon. Plantupakkar verða eisini latnir tá fólk koma aftur í Garðslon at fáa sær suppu. Í plantupakkunum eru runnar og trø.

Øll eru hjartaliga vælkomin at taka eina hond í at fríðka, nú summarið nærkast.

Mánadagin 29. apríl 2019

Kl. 19.30Asnaspark til list og listabrúk – Hvat kann listin elva til í nærumhvørvinum?
Fyrilestur við Ole Wich í Miðlatúni. Tiltakið er ókeypis.

Týsdagin 30. apríl 2019

Kl. 15.00 - 15.30 Øll eru vælkomin at hitta Odda í Suðuroyar Sparikassa. Ballónir og okkurt leskiligt verður at fáa. Tiltakið er ókeypis.

Kl. 18.00 Gongutúrur við ferðaleiðara kring býin. Byrjað verður við Gamla Skúla. Tiltakið er ókeypis.

Ónsdagin 1. mai 2019

Kl. 18.00 Matgonga í Vági byrjar við Miðlatún.Í Mentunarvikuni í Vági er eitt annarleiðis spennandi mattiltak á skránni undir heitinum Matgonga. Matgongan vitjar á fýra matstøðum í Vági, sama kvøldið, har borðreitt verður við einum betri bita og onkrum leskandi afturvið.

Matgongan byrjar í Miðlatúni har gestirnar verða býttir í bólkar og fara so runt frá einari matstovu til aðra. Á hvørjari matstovu verður bjóðað ein rættur og drykkivørur afturvið. Steðgað verður á hvørjari matstovu í umleið 25 minuttir og verða so brúktir 5-10 minuttir at ganga til næsta matstað.

Matgongan gevur lokalum og vitjandi høvið at fáa eitt annarleiðis matupplivilsi í Vági á fýra ymiskum matstøðum í býnum.

Pláss við Matgonguni kunnu keypast í Miðlatúni í Vági, kostnaður 350,- kr. Freistin fyri at keypa pláss við Matgonguni er mánadagin 29. apríl 2019 kl. 16.00.

Kl. 20.00Fyrilestur og tónleikur í Suðuroyar Sparikassa.Fyrilestur við Poul Andreasen um undangongumannin Petur Dahl. Tónleikur við Hans Jacob Hjelm. Okkurt leskiligt verður at fáa. Tiltakið er ókeypis.

Tórsdagin 2. mai 2019

Kl. 11.30 Finaludagur í Skúlafótbólti í Marghøllini, tá 600 børn og ung fara at spæla hálvfinalur og finalur í stóru fótbóltskappingini Skúlafótbóltur, sum hevur verið millum næmingar í fólkaskúlum og miðnámsskúlum kring landið. Tað er ókeypis atgongd.

Kl. 15.00 - 15.30Øll eru vælkomin at hitta Odda í Suðuroyar Sparikassa. Ballónir og okkurt leskiligt verður at fáa. Tiltakið er ókeypis.

Kl. 19.00 Dansibandsfestivalur í Vági – Syngið og dansið við á Hamragarði

Sum vant byrjar Dansibandsfestivalinum við Syngið og dansið við kvøldi á Hamragarði – hetta er eitt tiltak, sum Dansibandsfestivalurin skipar í samstarvi við Eldraátøkini hjá Vágs kommunu. Syngið og dansið við kvøldið verður við luttøku av Árna, Hentzar, og Terja við harmonikum og bassi.

Kaffi/te og okkurt gott afturvið verður eisini bjóðað.

Ókeypis tiltak ætlað aldursbólkinum 65+ og verður skipað í samstarvi við eldraátøkini hjá Vágs kommunu.

Fríggjadagin 3. mai 2019

Kl. 11.00 Rørslufagnaður í VágiÁ skránni Mentunarvikuna er eisini tiltakið Rørslufagnaður, sum verður skipað í samstarvi við Fólkaheilsuráðið og sum eitt ABC fyri sálarliga heilsu tiltak.

Tiltakið byrjar við Vágs Skúla kl. 11.00 tá øll skúlabørnini fara gangandi, dansandi, rennandi frá Vágs Skúla yvir í Marghøllina. Á leiðini gjøgnum býin eru øll hjartaliga vælkomin uppí rørslugonguna, bæði einstaklingar, pør, ung sum eldri, felagsskapir og fyritøkur – ja, øll, sum ynskja at fagna rørsluni.
Í Marghøllini eru rørslu tiltøk á skránni – har tað eisini verður bjóðað frukt og vatn til øll.

Dansibandsfestivalur í Vági

Kl. 20.00 Konsert við Blátt Gras í Vágs Høll. Og aftaná (uml. kl. 21.00) verður felags sangur Hjalmar & Dagfinn spæla undir og suppu v/breyð í Vágs Høll. (Tiltakið kostar 100 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandsfestivalin).

Kl. 22.00 KVF sendir beinleiðis í útvarpinum hjá KVF frá Dansibandsfestivalinum úr Vágs Høll.

Kl. 23.00 Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Gutta fra Scandinavia (NO) og Hans Jacob og vinmenn (FO). (Dansurin kostar 250 kr. – er íroknaður vikuskiftispassum til Dansibandsfestivalin)

Kl. 04.00 Dansurin endar.

Leygardagin 4. mai 2019

Dansibandsfestivalur í Vági

Kl. 10.00 Gongutúrur við frásøgufólki frá Tríkantinum á Sandinum niðaneftir Trælagøtu og niðan á Eggjarnar. Ókeypis tiltak. Áhugaði møta við Tríkantin á Sandinum.

Kl. 11.00-13.00 Dansibands-brunsh í Vágs Høll. Kostnaður 100 kr. fyri vaksin, 50 kr. fyri børn. Dansibands-brunsh er íroknað vikuskiftispassinum. Øll hjartaliga vælkomin.

Kl. 15.00 Dansibandsgudstænasta í Vágs Høll Anne Mette Greve Klemensen, presti.

Kl. 19.30 Grillkvøld í Vágs Høll. Grillaðir oksafillet, ovnbakaði petit eplir og rótfrukt, salatir og sós. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið. Kostnaður 250 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.

Kl. 23.30 Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Gutta fra Scandinavia og (NO) og Sunrise (FO). Kostnaður 250 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.

Kl. 04.00 Dansurin endar.

Vágs kommuna

www.vagur.fo