Skrivstovufólk til Faroe Origin

Lýsing20-09-2019 - 12:25 - Jóanis Albert Nielsen

Eitt av okkara skrivstovufólkum fer í barnsburðarfarloyvi í næstum og tí søkja vit eftir avloysara at byrja skjótast gjørligt.

Um starvið:

Tú verður partur av einum væl samansjóvaðum toymi, ið tekur sær av øllum pappírs-og peningarendsli í felagnum.

Dagliga arbeiði fevnir um avrokningar, lønir, fakturering, bókingar, flytingar umframt fyrifallandi skrivstovuarbeiði.

Førleikakrøv:

-Vit vænta at tú ert ágrýtin, hevur góð samstarvsevni og kanst arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í toymi -Hóskandi útbúgving so sum skrivstovuútbúgving ella líknandi.
-Royndir við bókhaldi og bókhaldsskipanum.
-Telduførleikar á rímuliga høgum støði.

-Málførleikar í føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu.

Vilt tú vita meiri?

Um tú hevur onkrar spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Irdi Jacobsen, fíggjarleiðara á tlf 550630 ella senda teldupost til irdi@origin.fo.

Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til irdi@origin.fo skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 30 sept. 2019