Skúlabyrjunarguðstænasta í Vestmanna kirkju

mentan11-08-2017 - 12:01 - Jóanis Nielsen

Skúlabyrjunarguðstænasta í Vestmanna kirkju.

Sunnudagin 13.august, sum er 9. sunnudagur eftir tríeindardag, kl. 11.00, fara vit aftur at bjóða øllum teimum, sum fara í skúla eftir summarfrítíðina til guðstænstu í Vestmanna kirkju. Tit eru vælkomin at taka skúlatasku - við innihaldið - við í kirkju. Prædikan verður barna- og ungdómsvinarlig, vit fara at syngja kendar sálmar og sangir. Øll eru hjartaliga vælkomin, eisini tey undir og yvir skúlaaldur. Marjun í Kálvalíð prædikar.

Vit síggjast sunnudagin kl. 11.00.

Vestmanna kirkja.