Skúlin á Giljanesi: Jólahaldið verður øðrvísi í ár

mentan16-12-2020 - 19:38 - Jóanis Nielsen

Góðu foreldur!

Skúlin tekur atlit til økta smittutrýstið, sum er í løtuni, og tí skipa vit okkara jólahald øðrvísi í ár.

Jólaframførðslan, við sjónleiki og sangi fyri skúla og familju, er avlýst.
Ístaðin verður jólahaldið skipað soleiðis, at vit øll kunnu føla okkum trygg.

Jólasjónleikurin hjá 7. flokki er filmaður og verður tøkur hjá skúlanum at hyggja eftir hósmorgunin. Tit foreldur hjá børnunum í 7. flokki kunnu síggja sjónleikin heima seinni sama dag.

Árliga skúlaguðstænastan v/luciagongd verður filmað, og flokkarnir fara at sita í flokkstovunum og hyggja at guðstænastuni.


Næmingarnir møta fríggjadagin 18.12 kl. 10:00 í floksstovunum til jólaguðstænastu. Eftir guðstænastuna fáa teir jólapakka, og eldru næmingarnir støðumet, og so er jólafrí.

Vit møta aftur í skúla mánadagin 04.01.2021 kl. 8:00.

Gleðilig jól øll somul.