Skúlin á Giljanesi: Stroyming av jólagudstænastu

Mentan18-12-2020 - 10:08 - Jóanis Albert Nielsen

Vegna varðsemi, hava vit ikki jólagudstænastu á vanligan hátt í ár. Vit hava tikið upp eina gudstænastu, sum verður stroymd. Øll kunnu síggja stroymingina á jn.fo.

Ístaðin fyri at øll fara í kirkjuna, fer hvør flokkur sær, at hyggja eftir gudstænastuni í skúlastovuni.

Jónfinn Stenberg og Dina Poulsen hava tikið gudstænastuna upp, og Jónfinn Stenberg hevur klipt og sett saman. Hetta er sama toymi, sum hevur tikið jólasjónleikin hjá 7.flokki upp í ár.

Skúlin á Giljanesi.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=pcNzFgkQ0rw&feature=youtu.be]