Skulu koyra vesipappírið í skrellispannina

22-09-2019 - 18:08 - Jóanis Albert Nielsen
Umborð á avloysaraskipinum hjá Smyrli - Prince - skulu skrellispannurnar brúkast til at koyra vesipappír í.

"Góðu ferðafólk

Umborð á Prince gongur ógvuliga viðbrekið avløbssystem út frá øllum wc. Tað eru javnan trupuleikar við at tað tippist.

Tí er gott um wc pappír verður koyrt í skrellispannina, sum stendur við síðuna av kummuni. Hendan skrellispann verður tómd heilt ofta, á túrinum. Prince er vanliga í sigling í Grikkalandi, og hetta er heilt vanligur siður har. Hetta er tó ókent hjá okkum, men neyðugt, so leingi Prince er í sigling.

Takk fyri hjálpina og orsaka hóvastákið."