Mynd: Torbjørn Jacobsen.

Smálandakapping í talvi

ítróttur23-11-2021 - 09:00 - Jóanis Nielsen

Sjeynda talvkappingin millum smátjóðir í Evropa verður nú um mánaðarskiftið suðuri á Malta. Føroyska landsliðið er hesaferð favorittur at vinna kappingina, sum Andorra vann seinast.


Hini liðini í kappingini umframt Føroyar eru Andorra, Luksemburg, Monaco, Malta, Kyprós, Liktinstein, Jersey og Guernsey. Tíggjunda liðið manna kvinnur úr teimum ymsu londunum - tó er eingin úr Føroyum við.

Hvørt land hevur fimm telvarar á sínum liði - fýra telva í hvørjum dysti. Talvsamband Føroya hevur øll árini hildið fast um, at fimti telvarin er unglingi. Hesaferð eru tveir, sum hava unglingaaldur, á føroyska liðnum.

Hesir fimm fara at manna føroyska talvlandsliðið á Malta:

1. Helgi Dam Ziska, HT
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST
3. John Rødgaard, VT
4. Luitjen Akselsson Apol, HT
5. Jón í Horni Nielsen, ST


Blaðungir

Luitjen og Jón eru ávikavist 15 og 16 ára gamlir, og millum yngstu telvarar - um ikki teir allaryngstu - á talvstevnuni á Malta. 15 ára gamli Luitjen er longu royndur í leikum, og nú sleppur ungi sandavágsmaðurin, sum hevur havt stóra framgongd, av álvara at royna seg.

Á ovaru borðunum hava Føroyar sterkar og royndar telvarar. Nógv fer at hvíla á teimum, skal føroyska landsliðið útinna sín favorittleiklut í kappingini. Roknast kann við harðari mótstøðu frá serliga Andorra, Luksemburg og Monaco.

Telvað verður frá sunnudegnum 28. november til leygardagin 4. desember.


Teir tveir sterkastu telvararnir í Føroyum, Helgi Dam Ziska (vinstrumegin) og Høgni Egilstoft Nielsen (høgrumegin) eru bulurin á føroyska landsliðnum, sum fer til Malta seinni í vikuni.



Vinnarar í smálandakappingini:
2009Føroyar
2011 Luksemburg
2013Føroyar
2015 Luksemburg
2017Føroyar2019 Andorra
Ukraina vann EM
Føroyar vóru ikki við í EM-kappingini fyri landslið í talvi, sum júst hevur verið í Slovenia. 39 lond kappaðust.
Eitt sindur óvæntað vann Ukraina, men avrikið var ógvuliga sannførandi. Frakland endaði í hølunum á teimum og gjørdist nummar tvey. Stóran lut í góða úrslitinum hjá fransmonnum átti hin 18 ára gamli Alireza Firouzja á 1. borði. Hann er ættaður úr Iran, men situr ikki væl um sátt við myndugleikarnar í heimlandinum, og hevur nú franskan ríkisborgaraskap.
Alireza Firouzja hevði óhoyrt góð úrslit í kappingini, og tað ber í sær, at hann fer at vinna seg upp um 2800 í styrkitali, sum er eindømi hjá so ungum telvara. Hann krýpur tí heilt fram á annaðplássið á altjóða talvstyrkilistanum - í hølunum á norska heimsmeistaranum Magnus Carlsen.
Sterka polska landsliðið endaði nummar trý í EM. Russisku favorittarnir máttu óvæntað sættast við eitt sættapláss.

Føroyar hava tvær verðir verið við í stóru EM-talvstevnuni, men ikki í ár.



HM-finalan byrjar

Tað hendir nógv innan telvingina í hesum døgum. Fríggjadagin verður fyrsta talvið í HM-finaluni millum norska heimsmeistaran Magnus Carlsen og russiska avbjóðaran Ian Nepomniachti telvað. Kappingin er í Katar. Teir telva til 16. desember.

31 ára gamli Magnus Carlsen hevur verið heimsmeistari síðani 2013. Tá koppaði hann indiska stórtelvaranum Vishy Annand. Norðmaðurin hevur seinni vart heitið í HM-finaludystum móti Annand, Sergej Karjakin úr Russlandi og Fabio Caruana úr USA.

Sjónvarpið hjá norska ríkiskringvarpinum NRK ger sum vant nógv burturúr, og sendir alla finaluna beinleiðis á báðum høvuðsrásunum.