SMS hevur virksemi koyrandi

Vinna20-03-2020 - 07:41 - Jóanis Albert Nielsen

Fyrradagin kunngjørdi SMS, at tey vildu gera sítt fyri at steðga koronasmittuni við at steingja húsið fram til 31. mars, men hóast hetta, so er enn gongd í húsinum.

 

-       Handlarnir hava enn opið, men hetta á netinum ella telefonini, heldur enn í sjálvum húsinum, sigur Regin W. Dalsgaard, býlings- og marknaðarstjóri.

Eitt nú hevur Burger King bert Drive-through opið, handlarnir, sum hava nethandil, hava flutt alt sítt virksemi yvir á netið, og teir, sum ikki hava nethandil, avgreiða søluna gjøgnum telefon ella teldupost og senda vøruna heim til fólk.

 

-       Fólk hava tikið væl ímóti átakinum og eru skiljandi, og tað eru vit sera takksom fyri, sigur Regin. Tað er nevnliga umráðandi, at vit halda áfram sum vanligt, hóast dyrnar ikki eru opnar sum vanligt, og soleiðis nýtist hendan sjúkan ikki at fáa størri avleiðingar, enn neyðugt. Handilseigararnir gera eisini sítt til, at viðskiftafólkini fáa tí tænastuna, tey eru von við, við at koyra landið runt við vørum.

Allir handlarnir í SMS eru stongdir fyri vitjandi, men Miklagarður hevur opið sum vanligt.

-       Í Miklagarði hava vit gjørt ymiskar broytingar fyri at minka um smittuvandan, so sum at steingja salatbarrina, nøtubarrina, blandað bomm osfr., og at klistra merki á gólvið, so fólk halda røttu frástøðu, tá tey standa í bíðirøð, sigur Regin og heitir annars øll viðskiftafólk á at hava gott handreinføri og at gjalda við gjaldskorti og líknandi, um gjørligt.

Fyri at fáa nærri kunning um handlarnar, og hvussu ein fær samband við hesar, ber til at fara inn á sms.fo og fáa telefonnummur, teldupostadressur og heimasíður hjá handlunum.