Snellan oyðir ongan fisk

politikkur11-07-2019 - 10:00 - Jóanis Nielsen

Skilaleysa skerjingin seinastu árini, har man framm eftir fummum yvir ein kamb hevur máað meiri og meiri burtur av fiskidagatalinum, kemur nú aftur um brekku.

Snellufiskiskapur og útróður sum heild við bátum undir 15 tons avmarkar seg sjálvt, tí veður og streymur avmarkar royndina við hesum smáu førum sera nógv.
Líka so knappliga sum fiskurin kom aftur hesuferð, líka so knappliga kann hann fara aftur av grunnunum. Tí ræður um at fiska meðan fiskur er.
Tað er ikki við fiski sum at fara til handils, har altíð nokk er av ymsu vørunum at fáa. Fiskur hevur stert, og flytir seg hagar føðin er.
Fiskurin kemur og ferð, og tað er ein rættulig fragd fyri eygað í hesum døgum at síggja menn koma aftur at landi við nógvum fiski.
Ikki bara er summarfiskiskapurin hjá tilkomnum monnum eitt eyka íkast til húsarhaldið. Hetta heldur eisini lív í havnaløgum, skapar trivnað millum menn og kanska eisini eitt sindur av kapping.
Nú árið er hálvrunnið endar hetta við at øll før verða løgd, og helst eisini skjótt teir sum reka útróður burturav í bólki A.
Hetta má ein loysn finnast uppá.
Trupulleikin er bara tann, at meðan ongin fiskur hevur verið til, hevur man avmarkað dagarnar alt alt ov nógv.
Tí koma vit í Fólkaflokkinum beinavegin valið hevur verið, at leggja uppskot fyri Tingið um at fáa stillað dagatalið soleiðis at gjørligt verður at fiska, meðan fiskur er á grunninum.
Hetta gera vit um landsstýrið, sum stríðist sítt stríð við at halda frí, ikki tekur sær um reiggj beinavegin.

Brandur Sandoy, Valevni Folkafloksins