Søgan hjá Vón undir seinna heimskríggi (1. partur)

Mentan11-05-2020 - 21:45 - Jóanis Albert Nielsen

Heri Árnason Simonsen:Søgan hjá "Vón" undir seinna heimskríggi (1. partur av 4)- Sandavágsmaðurin, SIgurð Rudolf Frants Simonsen (1912-1994) - Peni-Sigurð greiddi frá í 1989. Abbasonurin, Heri tók upp og hann hevur snøggað og klipt samrøðuna til hendan miðilin. Hetta er 8. partur av samlað 11 pørtum við bandaðu frásøgnini hjá Pena-Sigurð. Hesin parturin snýr seg um 1940 og 1941. Vón fer fyrsta túrin til Íslands og kemur í illveður. Hetta er árið tá Vón byrjar at sigla fisk úr Íslandi til Aberdeen. Hetta árið bjargar manningin á Vón Klaksvíksskipinum "Esther", ið enn var í føroyska flotanum, tá Sigurð greiddi frá hesum í 1989. Sigurð fekk tann eina túrin ikki pappírini stemplaði í Scrabster áðrenn teir fóru víðari til Aberdeen at selja, og tað gav trupuleikar við bretska hervaldinum í Aberdeen.

Trýst ápílinfyri at hoyra Sigurd greiða frá.

Um tú ert á telefon, trýst so fyrst á "listen in browser".

Hoyr eisini:

Peni Sigurd greiðir frá slektini og barnaárum sínum í Sandavági

Peni-Sigurð fer til skips við Seagull í 1927

Peni-Sigurð var við Ekliptiku, ið kom í sama ódnarveður sum tók Immanuel og Lauru í 1932

Jóan Jakku keypir Sólarris og Peni-Sigurð møtir Marthu

Peni-Sigurð giftist Marthu, fær stýrimansprógv og byrjar ætlanina at byggja Vón

Peni-Sigurð roynir trolfiskiskap við bretskum trolara og fer við Sólarris til Grønlands í 1937

Peni-Sigurð stríðist við at fáa Vón liðugt bygda