Søguligur dagur - lógin um almannatrygd og tænastur samtykt

politikkur14-05-2020 - 15:39 - Jóanis Nielsen

Eitt samt løgting samtykti upspskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, um almennatrygd og tænastur. Uppskotið hevur røtur heilt aftur til november 1994.

Leingi er tað, ið væl skal vera, sigur orðatakið, og samgongan setti sær beinanvegin sum mál, tá hon tók við í september 2019, at fáa lógina um almennatrygd og tænastu samtykta.
Tað hepnaðist endiliga í gjár, mikudagin 13. mai, næstan sekstan ár eftir at løgtingið samtykti ætlanirnar í yvirlýsing fyri donsku stjórnini.
Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, fegnasðist sjálvsagt um søguligu hendingina.