Sølan av mati og húsbúnaði vaksin 15 prosent

mentan06-01-2021 - 16:16 - Jóanis Nielsen

Hagstovan.fo: Triðja ársfjórðing í 2020 vaks umsetningurin fyri ‘matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur’ og ‘húsbúnað og húsarhaldsútgerð’ umleið 15% samanborið við sama ársfjórðing í 2019. Umsetningurin fyri ‘klædnavørur og fótbúnað’ vaks 6%.

Føroysku húsarhaldini hava keypt munandi meiri av vanligum gerandisvørum í øðrum og triðja ársfjórðingi í fjør, samanborið við somu ársfjórðingarnar í 2019. Tekin eru harvið um, at nýtslumøguleikin og keypihugurin ikki hava latið seg ávirka neiliga í tíðini við koronu - heldur hinvegin hava handlar innan smásølu havt úr at gera.

"

Fyri vørubólkin ‘mat og alkoholfríar drykkjuvørur’ hevur vøksturin í umsetningi verið óvanliga stórur tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í fjør, samanborið við somu ársfjórðingar árið fyri. Prísir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum eru í miðal øktir 1,6% frá 3. ársfjórðingi í 2019 til 3. ársfjórðing í fjør. Verður hædd tikin fyri hesum, er mongdin av seldum mati og drykkjuvørum økt 14%.

"

Samanborin við ‘mat og drykkjuvørur’, hevur vøksturin í sølu av ‘klædnavørum og fótbúnaði’ ikki verið eins stórur í tíðini við koronu. Fyri hendan vørubólkin var umsetningurin í 3. ársfjórðingi í fjør góð 6% størri í mun 3. ársfjórðing í 2019. Prísurin á ‘klæðum og fótbúnaði’ vaks 5% frá 3. ársfjórðingi í 2019 til 3. ársfjórðing í fjør. Um hædd verður tikin fyri hesum prísvøkstri, var mongdin av seldum ‘klæðum og fótbúnaði’ nærum tann sama í árligu samanberingini.

"

Fyri vørubólkin ‘húsbúnað og húsarhaldsútgerð’ var umsetningurin í 3. ársfjórðingi í fjør so nóg sum 15% størri í mun til 3. ársfjórðing í 2019. Allur hesin vøksturin stendst av vøkstri í seldum mongdum, tí prísurin á hesum vørum var mest sum óbroyttur hetta tíðarskeiðið.