Savnsmynd.

Sonni Ragnar og FC Fredericia eru farin hvør til sín

ítróttur10-09-2019 - 12:40 - Jóanis Nielsen

 Sáttmálin, ið Sonni Ragnar Nattestad hevur havt við FC Fredericia er sagdur upp, Sonni Ragnar er tí leysur av danska fótbóltsfelagnum FC Fredericia.

ÚF visti at siga frá á middegi, at Sonni Ragnar roknar við, at fáa nýggjan sáttmála við útlenskt felag, innan ikki so langa tíð.

Sum skilst, so hevur Sonni Ragnar verið nógv plágaður av skaðum, síðan han kom til FC Fredericia, og er tað helst orsøkin til at sáttmálin er uppsagdur.