Sørvágs skúli: Spæliliðið hevur fingið prógv

mentan16-06-2018 - 11:40 - Jóanis Nielsen

 

Í morgun var prógvhandan á skúlanum. Hetta var í sambandi við, at skúlin hevur havt spælilið.

 Næmingarnir vóru á skeið við skúlaársbyrjan, har teir lærdu, hvussu teir kundu standa fyri hesi uppgávu og fingu góð hugskot um, hvussu tú spælir við børn í 1., 2. og 3. flokki. Vibeke Michaelsdóttir, AKT-lærari í skúlanum virkar sum akkersfólk og hevur hjálpt næmingunum at skipa fyri.

 

Aimé Jacobsen, borgarstjóri, handaði prógvini og segði m.a. at tað var ein heiður at handa prógvini og vita, at ungu borgararnir taka ábyrgd og tíma at brúka tíð saman við yngru næmingunum. Hon segði eisini at rørsla og trivnaður hava stóran týdning fyri okkum øll, og gott er at vita, at næmingar í okkara skúla taka uppgávuna á seg at bøta um trivnað og fáa yngru næmingarnar at røra seg.

Kelda: Sørvágs kommuna.