Sørvingar vunnu á toftadreingjum

ítróttur28-02-2021 - 09:34 - Jóanis Albert Nielsen

D 15: SÍ – Ternan, 2 – 0 (25 – 15 og 25 – 17)

Dreingjaflogbólturin hevur rættuliga rest røtur hjá Ternuni á Toftum og í dag vóru teir í steypafinaluni ímóti SÍ.

Men hóast at framgongdin hevur verið stór, so megna teir tó ikki enn at vinna á sigursvanda SÍ, men tað nærkast.

Bestur leikarar:

Silas Poulsen, SÍ

Hanus Højgaard, Ternan

Mynd:

Aftast frá vinstru: Silas Poulsen, Elias Petersen, Tóki í Haraldstovu, Róar í Haraldstovu, Einar Torgrímsson, Jón Weihe Simonsen, venjari.

Fremst frá vinstru: Andres Nolsøe Metivier, Lukas Poulsen, Karl Volles, Rógvi Reynstind.