Mynd: Harald Bjørgvin

Spennandi lutakøst fyri fyri framman

ítróttur03-11-2019 - 15:19 - Jóanis Albert Nielsen

HSF: Mánadagin 4. november verður kastað lut hjá U18- og U20-manslandsliðunum U18 og U20.

U18 dreingirnir, ið vunnu European Open á sumri í 2019, skulu spæla EM kapping í Bulgaria í døgunum 13.-23. august. Teir kunnu koma í bólk saman við Hvítarusslandi, Kekkia, Finnlandi, Bulgaria, Stóra Brettlandi ella Litava.

U20 mennirnir skulu eisini spæla EM-kapping. Tann kappingin verður í Lettlandi í døgunum 3.-12. juli. Teir kunnu koma í bólk saman við Póllandi, Kekkia, Slovakia, Montenegro, Finnlandi, Estlandi, Grikkalandi ella Bosnia.

U18 dreingirnir bodnir til kapping á jólumEftir U17-dreingirnir vunnu European Open í summar, vóru teir bodnir til eina U18 kapping í Merzig í Týsklandi. Kappingin eitur Sparkassen Cup, og verður í døgunum 26.-30. desember í ár. Liðini, ið luttaka í kappingini eru Týskland, týski landsluturin Saarland, Hvítarussland, Niðurlond, Sveis, Italia og Ísland. Føroyar eru komin í bólk saman við Saarlandi, Niðurlondum og Hvítarusslandi.

Dystarskrá:
Fríggjadagin, 27.12.19, kl. 17.20 móti Hvítarusslandi
Leygardagin, 28.12.19, kl. 13 móti Niðurlond og kl. 18.20 móti Saarland.
Sunnudagin, 29.12.19, eru dystir um sjeynda, fimta, triðja og fyrsta pláss.