Spennandi starv sum alari

Lýsing04-06-2020 - 17:36 - Jóanis Albert Nielsen

Um starvið

Talan er um eitt spennandi starv, har tú kemur at virka í einum framfýsnum og jaligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv og álit.

Tú verður partur av einum arbeiðstoymi, sum hevur til høvðusuppgávu at røkja aliøkið í Vestmanna, men eisini at luttaka í arbeiðsuppgávum á hinum aliøkinum hjá P/F Luna. Sum alari vísir tú til aliformannin í Vestmanna. Førleikar innan sjómansskap eru ein fyrimunur og eisini um tú hevur trygdarskeið, trukkskeið og kranaskeið.

Arbeiðsøki og uppgávur
Í høvuðsheitum er talan um hesar uppgávur:
• at røkta fisk til frama fyri góða fiskavælferð,
• at gera fyrireikandi arbeiði á alibrúkinum við nótum og ringum o.a.,
• at gera viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkinum og á landstøðini.

Vit vænta at tú hevur
• áhuga fyri røkt, trivnaði og framleiðslu av laksi,
• góð evni til at skipa dagliga arbeiðið og at loysa praktiskar arbeiðsuppgávur.

Arbeiðið er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð, men til tíðir eru skeivar arbeiðstíðir og langir arbeiðsdagar. Vit vænta tí at tú ert fleksibul í mun til slíkar fyritreytir.

Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu við arbeiðsgevara.

Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Marjun Wilhelm, Alileiðara, á tlf. +298 288988. Umsóknarfreistin er mánadagin 15. Juni 2020.

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til starv@hiddenfjord.com.

P/F Luna, sum framleiðir HiddenFjord laks, hevur verið í stórari menning í gjøgnum nógv ár. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling og góðskingarvirki. Tað arbeiða uml. 150 fólk hjá okkum. Stórur eftirspurningur er eftir okkara góðskugóða og vælumtókta laksi