Spennandi størv í nýggjum umhvørvi

vinna18-06-2019 - 12:32 - Jóanis Nielsen

Søkt verður eftir 1 sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv á starvsbrøki 0,8 og 1 heilsurøktara til fast starv á starvsbrøki 0,8 frá 15. juli 2019 ella eftir nærri avtalu.

Tey ið sett vera, koma primært, at starvast á Miðstovu, sum er eldra- og demensheim við 20 búrúmum.

Á deildini er fokus á socialpædagogiska og minniskveikjandi røkt, sum er serliga góð til demensrakt saman við góðari sjúkrarøkt. Starvsfólkini eru sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar.

Starvskarmar- og innihald

Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru og at tryggja, at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering. Uppgávan er at gera eitt fakligt arbeiði við tí endamáli at skapa, endurskapa ella varðveita tað meiningsfulla gerandislívið hjá borgaranum á øllum lívsins stigum.

Tryggja at fakliga støðið er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normarnar á fakøkinum. Fyri at røkka hesum verður vænta av okkara starvsfólkum, at tey arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi, og at tey eru miðdepilin í teimum heilsutiltøkum, sum kunnu basa ella minka um váðafaktorar hjá borgaranum.

Eftir nýggja bygnaðinum krevst at starvsfólkið:

· Greinar og setur í verk viðkomandi faklig tiltøk í sambandi við demens, rehabiliteing, skerdan virkisførleika og palliatión

· Er við til at fáa greiðu á likamligum, sálarligum og sosialum váðafaktorum.

· Setur í gongd og er við í heilsutiltøkum, sum kunnu basa ella minka um ávirkan av váðanum.

· Arbeiðir, ráðgevir og vegleiðir heilsufremjandi og fyribyrgjandi í gerandisvirkinum

· Setur í verk sjúkrarøktarfaklig tiltøk, veitir sjúkrarøkt við atliti til tilfeingið, vitan, vilja og mentanarligum og/ella átrúnaðarligum tilknýti.

· Vegleiðir borgaran um nýtt arbeiðslag, sum kemur í staðin fyri mistan virkisførleika.

· Endurhugsar og eftirmetir,”við javnt og samt” at eygleiða og meta um borgarans støðu.

· Hevur sína fakligu vitan dagførda.

Førleikakrøv

· Hevur prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.

· Hevur prógv og autorisatión sum heilsurøktari.

Skal vera málrættað/ur og skipað/ur í síni tilgongd til arbeiðið

· Skal megna at geva sítt uppbyggjandi íkast til eina broytingartilgongd, sum Heimatænastan í løtuni er í

· Skal duga og tíma at arbeiða í tvørfakligum rehabiliterandi toymi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd

· Hava vitan og áhuga í at mennast og megna at skapa eitt lærandi umhvørvi

· Skal hava evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum

· Verða empatiskur í sínum samstarvi við borgarar og avvarðandi.

Vit bjóða

· Eitt spennandi starv við stórum fakligum avbjóðingum í nýggjum umhvørvi.

· Undirvísing og menning í skipaðum felagsskapi og fastlagdir fundir

· Stóra ávirkan á menningina av rehabiliteringina í Heimatænastuni í Vágum

Setanarviðurskifti

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvaðandi feløg.

Upplýsingar um størvini

Meira fæst at vita um størvini við at ringja til fyrisitingina 793200 millum 10.00 – 13.00.

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Heimatænastuna í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressurnar: htv@htv.fo

Umsókninar skullu vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 5. juli 2019 kl. 12.00. Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at lýsa størvini leys av nýggjum