Sp/F Undir Klakki keypt nýtt línuskip

vinna19-09-2019 - 11:43 - Jóanis Nielsen

Sp/F Undir Klakki hevur Í dag undirskrivað endaliga sáttmála um keyp av línuskipið ”Geir II” úr Noregi.

Geir II kemur í flotan fyri verandi Klakk. Nýggi Klakkur, sum er bygdur í 2010, er eitt av mest framkomnu línuskipum í heiminum.

Skipið er 51,3 metrar til longdar, og 12,4 metrar breitt. Nýggi Klakkur lastar 370 tons, harav 340 er á plattum. Skipið hevur ”Moon Pool”.

Tað vil siga, at línan verður drigin upp gjøgnum botnin, mitt inni í skipinum. Skipið hevur møguleika at heilfrysta fisk, og eisini hevur hann flakafabrikk.

Eisini eru best hugsandi umstøður til manningina. Teir hava hvør sítt kamar við egnum bað og wc, og eisini eru ymsir hentleikar umborð, ið kunnu nýtast tá fríløtur eru.

Nýggi Klakkur verður yvirtikin 2.januar 2020.