Sp/f Ven víðkar um virksemi

ítróttur13-12-2020 - 21:53 - Jóanis Albert Nielsen

1.feb 2021 víðkar Ven um sítt virksemi og letur viðgerðarstovan Kvirra upp í hølinum har Guesthouse Hugo helt til í Sørvági.

Gerandisdagurin hjá teimum flestu er yvirfyltur við alskins uppgávum, og gloyma vit ofta okkum sjálvi í meldrinum. Tað er umráðandi at vit geva okkum stundir og hugsa um okkara vælveru bæði tá tað kemur til sunnan kost, lívsstíl og eginumsorgan.
Kvirra setur fokus á at skapa frið við kostin, likami og sinni, og millum tilboðini verður m.a. Sense kostráðgeving, skeið innan lívstílsbroyting, sportmassaga, vælverumassagu og zonuterapi.

Seinni í vár/summar koma vit eisini at gera ymisk vælveru events við eitt nú Lakeside og smáttunum, ið verða bygdar í næstum beint uttanfyri Guesthouse Hugo.

Upprunin til hugskotið er sprottið burturúr okkara dagligu gongd í Ven og teimum Sense lívsstílskeiðunum vit higartil hava havt.

Vit hava verið í gongd í eitt gott ár nú, og síggja at tørvurin á onkrum meir liggur og lúrir, og við tí ómetaliga góða lokala stuðlinum vit hava fingið, tora vit at víðka um okkara virksemi.

Vit gleða okkum at lata dyrnar upp 1.feb og vóna at undirtøkan verður góð.

Longu nú ber tó til at bíleggja tíð til sportmassagu við at ringja á tlf nr 238080 ella umvegis teldupost kvirra@mail.fo