Spurningur um siglingina hjá Hasfjord um Skopunarfjørð

politikkur13-09-2021 - 13:44 - Jóanis Nielsen

Skrivligur fyrispurningur

eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari:Brandur Sandoy, løgtingsmaður

Svarari:Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Evni:Siglingin hjá Hasfjord

Spurningar:

1.Hvussu nógv hevði tað kostað afturat verandi kostnaði, um Hasfjord skuldi siglt hvønn dag í árinum um Skopunarfjørð á sama hátt sum Hasfjord sigldiísummar taðtíðarskeiðið,tá Ternan avloysti Teistan?

2.Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at Hasfjord siglir eftir lýstu ferðaætlanini?

3.Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at tunga ferðslan frameftir dsí størri mun verður leidd yvir á Hasfjord?

Viðmerkingar:

Eitt tíðarskeið í summar á ein umleið ein mánað, avloysti Ternan Teistan í siglingini um Skopunarfjørð, tí Teistin var í dokk.Hetta tíðarskeiðið valdi SSL at brúka Hasfjord optimalt, og leiddi tungu ferðsluna yvir á Hasfjord. Hettahevði við særeitt sera stórt nøgdsemi við siglingina um fjørðin, tí at tað gjørdistnógv lættari at ferðast við persónbilum um fjørðin við Ternuni.

Men so skjótt sum Teistin kom aftur í sigling,var sama skilið aftur, har man ikki leiðirtungu ferðsluna yvir á Hasfjord, men bara brúkar Hasfjord til at sigla um so er,at Teistin ikki tekur alla ferðsluna.

Hasfjordsiglirbara 4 av 7 vikudøgum, og tí verður ferðslan til og úr Sandoynni ikki líka smidlig, sum hon kundi verið, um allur kapasiteturin um fjørðin varð brúktur.

Hettakann tykjast sumspill av resursum og ikkiat veraí samsvarivið ætlanirnar hendan samgongan hevði, tá samgongan valdi at útvega Hasfjord til at taka tungu ferðsluna um Skopunarfjørð, so at kapasiteturin hjá Teistanum kundi brúkast fult út.Hugsandi ereisini,at landið missir inntøkur,av tí at ætlaða ferðslulopið um fjørðin ikki kemur í tann mun tað kundi.

Hasfjord hevur eina lýsta ferðaætlan at sigla eftir, men hóast hetta kemur meiri enn so fyri, at Hasfjord uttan grundgeving als ikki siglir teir túrar,sum eru lýstir í ferðaætlanini.

Á Løgtingi,10. september 2021

Brandur Sandoy