Stapin landar í Kollafirði

vinna07-11-2018 - 09:22 - Jóanis Nielsen

 Stapin kom á Kollafjørð í gjár við 140 tonsum, sum teir landa í dag. Stapin hevur roynt vestanfyri, fiskiskapurin hevur verið góður, meginparturin av veiðuni er toskur og hýsa.

Hini frystilínuskipini royna eisini vestanfyri.

Tað er Barðið í Havn, sum stendur fyri landingini í Kollafirði.