Nýggjastu


Starvsfólk til Sambýlið á Húsadalsvegi í Sørvági

Lýsing05-08-2020 - 06:04 - Jóanis Albert Nielsen

Sambýlið á Húsadalsvegi er eitt sambýli fyri fólk við sálarligum avbjóðingum, og har búgva 5 fólk.

Um størvini

  • 1 fast starv á brøk 0,8 at byrja tann 01.09.2020 ella eftir nærri avtalu.
  • 1 farloyvisstarv á brøk 0,8 at byrja tann 01.09.2020 til 01.09.21.

    Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar á Sambýlinum eru fjølbroyttar og eru m.a. at skipa innihaldið í gerandisdegnum hjá teimum, sum búgva í sambýlinum og at stuðla og stimbra tey í at fáa gerandisdagin at virka.

Somuleiðis inniber arbeiðið at veita stuðul til heimabúgvandi persónar, ið eru knýttir at eindini.

Førleikakrøv

Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, ergo- og fysioterapeutur ella námsfrøðingur.

Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur starvsroyndir innan psykiatri.

Um ikki nóg nógv við nevndu útbúgvingum søkja størvini, kann hjálparfólk verða fyribilssett.

Koyrikort er kravt.

Væntanir

Væntað verður, at fylgt verður eftir mannagongdum og viðgerðarætlanum, sum er ein partur av miljøterapeutiska arbeiðinum á Sambýlinum, umframt at tú vilt virka innovativt, koma við góðum hugskotum og luttaka virkin í tvørfakliga arbeiðnum.

Somuleiðis verður væntað, at tú hevur hug og áræði til persónliga menning í starvinum og er opin fyri at luttaka á skeiðum, ið kunnu betra um fakligu og persónligu førleikarnar.

Eisini verður væntað, at tú trívist við at vera einsamøll/mallur á vakt, og ert sálarliga og likamliga væl fyri.

Trivnaðardepilin – Eind 4

Eind 4 í Trivnaðardeplinum varðar av fólki sum hava sálarliga sjúku og autismu, og somuleiðis er alt virksemið hjá Trivnaðardeplinum í Vágunum undir Eind 4.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 4. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya og Føroya Pedagogfelag.

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 18.08.2020 kl.23.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Biritu Clementsen, eindarleiðara á telefon 297453 ella Andreu Petursdóttir, leiðara á telefon 297449.

Í Almannaverkinum starvast umleið 1000 starvsfólk úr 15 ymiskum starvsbólkum. Vit eru um alt landið í fleiri enn 65 bygningum. Í Almannaverkinum vilja vit gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur. Allar tænasturnar hjá Almannaverkinum byggja tí á menniskja í síni heild. Fyri at møta borgarum har teir eru og at veita eitt sakligt og fakligt tilboð, er neyðugt við umfatandi førleikum. Breiða fakliga umhvørvið og fjølbroyttu avbjóðingarnar í Almannaverkinum tryggja, at starvsfólk áhaldandi kunnu fylgja sínum dreymum. Tey kunnu finna nýggjar avbjóðingar og mennast víðari í ymsu virkisøkjunum. At arbeiða í Almannaverkinum snýr seg um menniskju – borgarar, avvarðandi og starvsfólk. Við ynskinum um at gera mun, kann yrkisleiðin setast saman uppá nærum óteljandi mátar.