Nýggjastu


Starvsfólkaleiðari til Atlantic Airways

vinna22-09-2018 - 18:18 - Jóanis Nielsen

 Kundi tú hugsað tær, at staðið á odda fyri starvsfólkaøkinum í føroyska flogfelagnum?

So er tað kanska tær, vit leita eftir, tí Atlantic Airways skal hava nýggjan starvsfólkaleiðara.

Sum starvsfólkaleiðari fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv.

Vit vænta, at tú dugir at arbeiða yvirskipað og at samstarva við nógvar ymiskar starvsbólkar. Hjá Atlantic Airways hava leiðararnir dagligu starvsfólkaábyrgdina, og tú skalt kunna veita ráðgeving innan HR og leiðslu, umframt at tryggja vælvirkandi fyrisitingarligar mannagongdir og skipanir. Starvsfólkaleiðarin vísir til leiðsluna.

STARVIÐ
Høvuðsuppgávurnar eru hesar:

Leiða og menna HR-økið.

Stuðla og ráðgeva í sáttmála- og starvsfólkaviðurskiftum.

Umsita og avgreiða starvsfólkasáttmálar.

Arbeiða við politikkum og mannagongdum á starvsfólkaøkinum.

Menna og stimbra starvsfólkini í felagnum at røkka okkara málum.

Verða við til at skapa trivnað og arbeiðsnøgdsemi.

TÍN VANGAMYND
Tú hevur viðkomandi útbúgving, førleikar og royndir við fyrisitingarligum uppgávum.

Tú hevur vitan um lógir og reglur á starvsfólkaøkinum, umframt innlit í sáttmálaviðurskifti.

Tú dugir at halda høvdið kalt undir trýsti og at luttaka í avgerðargongdum og at finna loysnir.

Tú ert forvirkin (proaktiv/ur), tænastusinnað/ur og tilvitað/ur um týdningin av halda tíðarfreistir og avtalur.

Tú ert jalig/ur, fleksibul, væl skipað/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Tú hevur góðan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt í skrift og talu.

VIT BJÓÐA
Eitt áhugavert og fjølbroytt starv í eini dynamiskari fyritøku í støðugari menning, har nógv hendir, og ferðin ofta er høg. Starvið inniber spennandi, fakligar avbjóðingar, har tú fert at standa á odda fyri at stimbra og menna starvsfólkaøkið í Atlantic Airways tvørturum allar deildir í felagnum. Tú fært møguleika at seta tíni fingramerki á starvsfólkaøkið.

LØN- OG SETANARTREYTIR
Løn og treytir eru sambært avtalu. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara í Vága Floghavn.

UMSÓKN
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við teldupost til georg@atlantic.fo í seinasta lagi: mánadagin 22. oktober 2018 kl. 12.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita?

Set teg í samband við Georg Suðurgarð, Director Human Resources á tlf. +298 211728 ella við telduposti á georg@atlantic.fo