Starvsfólkini í BankNordik skulu ikki liva í óvissu

politikkur09-09-2020 - 13:37 - Jóanis Nielsen

Heðin Mortensen hevur í dag sett landsstýrismanninum við fíggjarmálum ein fyrispurning um eina møguliga einskiljing av BankNordik, og hvørja ávirkan hetta kann hava fyri starvsfólkini í bankanum. Starvsfólkini í BankNordik skulu ikki liva í óvissu, sigur Heðin Mortensen.

Samgongan hevur ført fram, at tað eru ætlanir um at selja almenna ognarlutin í BankNordik. Í løtuni er landið minnilutaeigari í BankNordik, men hóast hetta hevur avmarkaða ávirkan við sær, kann landið virka sum blokerandi minniluti, um ætlanir eru við felagnum, sum ikki hóva eigarunum, sum í hesum førinum er Føroya fólk. Tað vísir Heðin Mortensen á í fyrispurningi til Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra.

- Um almenni ognarluturin í BankNordik verður seldur, kann eitt hugsað dømi vera, at útlendskir ognarar keypa bankan, og at bankin í Føroyum verður ein deild undir útlendskum banka. Hetta hevði uttan iva havt ávirkan á fleiri viðurskifti í bankanum, sum er millum størstu arbeiðspláss í landinum. Starvsfólkini í BankNordik skulu ikki liva í óvissu, og tí má greiða fáast á møguligum avleiðingum fyri starvsfólkini, og tí havi eg sett landsstýrismanninum hendan fyrispurningin, sigur Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin.