Steypaflogbóltur, D 15: Fleyr vann sítt fyrsta steyp

ítróttur03-03-2019 - 16:10 - Jóanis Albert Nielsen

SÍ – Fleyr, 0 – 2, 12-25 og 15-25

Tað gjørdist dreingir 15 hjá Fleyr, sum vóru teir fyrstu í ár, sum kláraðu at vinna eina steypafinalu, har SÍ var annar parturin. Fleyr kom best frá byrjan og vann fyrsta settið trygt 25-12. Men í øðrum setti legði SÍ hart út, og kom á odda 6-1, men havnadreingirnir fingu tamarhald á støðuni aftur, og vunnu settið 25-15 og harvið steypið.

Fleyr:

Aftast frá vinstru: Magnar K. Vang, hjálparvenjari, Tórur Paulason, Hørður Joensen, Jógvan Gøthe Magnusson, Markus Horn Olsen.

Fremst frá vinstru: Slavisa Tomic, venjari, Leivur Jøkladal, Eyðfinn Rajani Færø, Mattias Nolsøe Isaksen, Boas á Lakjuni

SÍ:

Aftast frá vinstru: Tóki í Haraldstovu, Bjarni Joensen, Elias Petersen, Róar Anderson, Malan Maria í Haraldstovu Weihe.:

Fremst frá vinstru: Róar í Haraldstovu, Atli Falkvard, Silas Poulsen, Lukas Poulsen, Mattias Falkvard.

Á myndini vantar Rajko Petrovic, venjari.

Dystirnir eru hesir restina av degnum og kunnu síggjast her:

Ungdómsfinalurnar verða stroymdar her:

https://www.youtube.com/channel/UCkaaCl-FzLSdOa-P8cazH-Q/live

Deild Kl. Lið 1 Lið 2
Gentur 16 kl.15.30 Fleyr
Dreingir 17 kl.16.45 Fleyr
Gentur 19 kl.18.00 KÍF
Dreingir 19 kl.19.15 Fleyr
Kvinnuunglingar kl.20.30 Fleyr