Mynd: Eyðun Høgnesen.

Stjørnan og Polarhav brutu túrin av

vinna23-04-2019 - 08:33 - Jóanis Nielsen

 Stjørnan og Polarhav komu á Klaksvík 2. páskadag, teir brutu túrin av, tí Stjørnan fekk tekniskar trupulleikar, teir høvdu tilsamans 200 tons av gulllaksi.

Stjørnan landaði í gjár, tí teir skulu á beding hjá MEST í morgun - Polarhav landar í morgun, teir høvdu roynt í ein útsynning úr Føroyum.

Leygardagin landaðu Eysturbúgvin og Vesturbúgvin gulllaks á Toftum.

Tað er Tavan í Leirvík, ið keypir gulllaksin.