Stjørnan og Polarhav landa á Kósini

vinna02-04-2020 - 16:36 - Jóanis Nielsen

 Partrolararnir Stjørnan og Polarhav hava landað á Kósini, teir høvdu 200.000 pund, so gott sum alt var upsi.

Teir høvdu roynt eystanfyri.

Stjørnan og Polarhav fara nú at fiska gulllaks, teir plaga at byrja í mars, men upsafiskiskapurin hevur verið so góður, tað seinastu tíðina, at teir hava hildið á sum longst at fiska upsa.