Stuðul til at kanna smittustøðuna hjá teimum í tvungnum sóttarhaldi

corona15-05-2020 - 08:40 - Jóanis Albert Nielsen

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til eina korona-tengda verkætlan afturat.

Hendan verkætlanin kallast: ”Smittustøðan hjá teimum, sum hava verið í tvungnum sóttarhaldi”

Verkætlanarleiðari er Maria Skaalum Petersen, lektari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking, Fróðskaparsetur Føroya, og á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Hetta var sætta og seinasta umfar við COVID-19 umsóknum. Í alt hava 14 umsóknir fingið stuðul.

Les meira á:

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/studul-til-at-kanna-smittustoduna-hja-teimum-i-tvungnum-sottarhaldi/