Stuðul til átøk á granskingarøkinum í sambandi við COVID-19

06-04-2020 - 17:08 - Jóanis Nielsen

Granskingarráðið lýsir nú við upp til 2,530 mió kr. í stuðli til granskingarverkætlanir í sambandi við COVID-19. Stuðulin kemur frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og fleiri vinnufyritøkum.

Korona farsóttin, sum herjar um allan heim, hevur við sær heilt óvanligar avbjóðingar bæði á heilsuøkinum og fyri alt samfelagið sum heild. Umframt heilsuligu avleiðingarnar hevur farsóttin eisini vinnulig, búskaparlig, sosial og skipanarlig ringárin, sum vit enn ikki kenna til fulnar.

Stórur tørvur er á meira vitan, sum kann bøta um átrokandi avleiðingar av farsóttini nú, og sum kann styrkja samfelagið til at standa ímóti stórum avbjóðingum í framtíðini.

Við pengunum, sum eru tøkir, bjóðar Granskingarráðið granskarum í Føroyum at søkja stuðul til verkætlanir, sum kunnu setast í gongd beinanvegin.

Talan kann vera um stuðul til innsavning og skráseting av data, skipan av komandi granskingarverkætlanum og til granskingarverkætlanir. Hesar kunnu vera á øllum granskingarøkjum.

Stuðul kann latast annaðhvørt til verkætlanir, sum kunnu tillagast ella víðkast til eisini at fevna um COVID-19 støðuna, ella til ítøkiligar COVID-19 tengda verkætlanir.

Les meira í lýsinginiher

Stuðlar

Hesar fyritøkur hava játtað stuðul til átakið:
Poul Michelsen samtakið 500.000 kr.
Bank Nordik 1.000.000 kr.
Tjaldur 30.000 kr.

Fleiri fyritøkur hava boðað frá, at tær umhugsa fyrispurning okkara um at vera við, so tøka stuðulsupphæddin kann broytast.