Stuðul til gransking játtaður úr Sjúkrakassagrunninum

mentan11-12-2019 - 16:14 - Jóanis Nielsen

Gransking.fo skrivar:

Granskingarnevndin hevur á fundi 5. desember 2019 játtað stuðul til fimm verkætlanir á heilsuøkinum. Tilsamans eru játtaðar 4 mió. kr. í seinasta umfarinum á Høvuðsøki 2 hjá Sjúkrakassagrunninum.

Maria Skaalum Petersen hevur fingið játtað kr. 851.734 til verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum við heitinum “Mikrobiom og Parkinson’s sjúka”.

Turið Hammer hevur fingið játtað kr. 828.856 til verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu við heitinum ”Grundir til og kostnaður av høga títtleikanum av tarmbrunasjúkum í Føroyum”.

Eina H. Eliasen hevur fingið játtað kr. 1.076.896 til ph.d.-verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum við heitinum “Heilsustøðan hjá sjeyti og áttati ára gomlum føroyingum úr einum objektivum og subjektivum sjónarhorni”.

Jacobina Kristiansen hevur fingið játtað kr. 816.745 til ph.d.-verkætlan á Fróðskaparsetrinum og Landssjúkrahúsinum við heitinum ”Ávirkan av langtíðarvenjing á blóðstorknan hjá sjúklingum við hjartaæðrasjúku”.

Sjúrður F. Olsen hevur fingið játtað kr. 398.648 til verkætlan á Fróðskaparsetrinum við heitinum ” Frá føðing til ellisár: Íløga í granskingartilfeingi til at lýsa heilsu hjá føroyingum frá millumkrígsárunum”.

Stuðul frá Høvuðsøki 2 í Sjúkrakassagrunninum

Játtanirnar eru latnar frá høvuðsøki 2, ið er eitt av trimum høvuðsøkjum, sum fæið hjá niðurlagdu sjúkrakassunum skuldi lutast út til. Høvuðsøki 2 fevnir um gransking og menning á heilsuøkinum í Føroyum.

Játtaninar vóru latnar eftir tilmæli frá faknevndini, sum er sett at meta um umsóknir um stuðul frá Sjúkrakassagrunninum.

Í hesum umfarinum varð møguligt at søkja stuðul á øllum fimm raðfestu økjunum. Eitt krav fyri at kunna fáa játtað stuðul er, at tað verður mett sannlíkt, at verkætlanin kann menna heilsuøkið í Føroyum.

Tað komu fjúrtan umsóknir inn í hesum umfarinum, av hesum fingu fimm játtað stuðul. Ein játtanarpartur á ein góðan triðing er nakað hægri enn miðal fyri Granskingargrunnin.


Tilsamans 21 verkætlanir stuðlaðar

Í 2014 vóru settar 11,8 mió. kr. av til Høvuðsøki 2. Hesar hava verið játtaðar til verkætlanir í fýra umførum. Ein partur av uppruna játtanini var sambært leiðreglunum bundin í 5 ár. Í apríl 2019 var restfæið, umleið 2.8 mió. kr., leysgivið. Hendan upphæddin og afturgoldin stuðul frá tveimum steðgaðum verkætlanum varð lutað út í hesum seinasta umfarinum fyri Høvuðsøki 2.

Yvirlit yvir allar játtaðar verkætlanir sæsther


Stuðul enn tøkur á Høvuðsøki 1

Tað ber enn til at søkja stuðul til smærri verkætlanir, tiltøk og átøk frá Høvuðsøki 1. Les meira um treytir og møguleikarher