Stýrimaður til Hav Saga

Lýsing18-06-2019 - 17:27 - Jóanis Albert Nielsen

Søkt verður eftir stýrimanni til Hav Saga.

Vinnubræv: Reg. II/2 as Chief Mate

Send umsókn tilinfo@fraktsand.fo

Seinastu 10 árini er fyritøkan veruliga vaksin, og í dag eiga vit 9 skip, og leiga harafturat í løtuni 3 skip fast afturat. Skipini sigla mest í norðara partinum av Evropa. Vit hava umleið 75 fólk í starvi, mest føroyingar, men eisini nakrar útlendingar.

Høvuðsskrivstovan liggur í Føroyum, Runavík, og har arbeiða 7 starvsfólk.

Logistikk deildin liggur í Norra, Flekkefjord, og har arbeiða 4 starvsfólk.

Fyritøkan bleiv sett á stovn av Højgaard familjuni, og øðrum, í 1966. Fyrsta skipið kallaðist “Pilot”, og var hetta ein sokallaður sandbátur, sum grabbaði sand upp av botni. Í byrjanini hevði fyritøkan bert sandbátar, men hava meir og meir flutt seg yvir á fraktvinnuna.