Summar Festivalurin kunnger føroyskar bólkar

mentan25-02-2020 - 14:44 - Jóanis Nielsen

Fyrstu føroysku bólkarnir til ársins Summar Festival eru nú kunngjørdir



Summar Festivalurin kunnger í dag fyrstu føroysku bólkarnar til ársins festival.

Countrykongurin Hallur Joensen, stjørnuskotið Tamara og punkbólkurin Joe & The Shitboys fara at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki í august.
Síðan 2008 hevur Hallur Joensen latið seks útgávu frá sær, og mangir eru sangirnir, sum fólk hava tikið til sín. »Lívið er ein lítil løta«, »Gyltu ljósakrúnurnar«, »Tú eigur dagin í dag« og »Kyss ein eingil hvønn morgun« bara fyri at nevna nakrar. Á ársins Summar Festivali fer Hallur Joensenfyri fyrstu ferð athava stóra countrykonsert áVágsbøvið sínum væl mannaða og væl spælandi bólki.


Songkvinnan Tamara Mneney er eitt av feskastu stjørnuskotunum í Føroyum, og hon er á odda fyri bólkin Tamara, sum spælir nútímans popptónleik, ið hevur fingið íblástur frá RnB og Hiphop. Unga songkvinnan gav fyrsta sangin út í fjør, og hon hevur verið at hoyrt til ymisk tiltøk seinastu fáu árini. Nú verður Tamara at hoyra á Summar Festivalinum.

Joe & The Shitboys munnu vera mest framfýsni og lívligi bólkurin í nýggjum føroyskum tónleiki. Teir eru óttaleysir og fríir og spæla spruttandi punktónleik. Tónleikur og framførslur hjá Joe & The Shitboys ganga upp í hægri eind, og teirra pallúttrykk er so sterkt, at tá ið kenda NME Magazine var á kenda íslendska Airwaves festivalinum í fjør, skýrdu teir Joe & The Shitboys til at vera tað besta, tey upplivdu har. Síðan hevur NME kosið Joe & The Shitboys at vera millum 100 teir mest lovandi rockbólkarnar í heiminum. Joe & The Shitboys fara nú at hava fyrstu framførsluna á Summar Festivalinum, og sunnudagin eftir festivalin spæla teir á kenda enska tónleikatiltakinum Boardmasters.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 6. til 8. august.