Svartkjaftaskipini royna bæði eystan- og vestanfyri Føroyar

vinna02-06-2020 - 19:53 - Jóanis Nielsen

 Svartkjaftaskipini royna nú bæði eystan- og vestanfyri Føroyar.

Á leiðini eystanfyri eru: Norðborg, Gitte Henning, Christian í Grótinum og Næraberg og harafturat trý russisk skip.

Vestur úr Suðuroynni eru:Arctic Voyager, Borgarin, Høgaberg, Katrin Jóhanna og Jupiter, eisini eru íslendsku skipini Børkur og Bjarni Ólafssonn stødd vestur úr Suðuroy.

Sum vit skilja, so er fiskiskapurin smáligur.