Sveinur Í Perstgarði í Reinsaríinum sunnukvøldið

17-02-2019 - 10:36 - Jóanis Nielsen

Í kvøld kl. 20 verður konsert við fólkakæra gospelsangaranum Svein í Prestgarði.

Svein byrjaði sum heilt ungur at spæla tónleik, men vit kenna hann serliga fyri sín bersagda gospeltónleik. Tað var eftir, at Svein í 2002 fekk eitt kall, at hann legði lívið um og sæst hetta týðiliga aftur í seinnu útgávum hansara. Ein nýggj útgáva er í huga, og verður hon helst framleidd í heyst í USA.