Nýggjastu


Sverri ger eitt langt sleip í dag

11-08-2020 - 13:26 - Jóanis Albert Nielsen

Klokkan 06:15 í morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein útróðrarbátur hevði fingið motortrupuleikar. Sverri var hjá bátinum um 9 tíðina í morgun.

Sverri sleipar bátin til Sørvágs, har teir væntandi vera um 18 tíðina í kvøld.

Sum myndin frá Fishin.fo vísir, so er talan um eitt langt sleip hjá Sverra í dag.