Sverri hevur sleipað ein bát inn fyrrapartin

19-07-2019 - 14:55 - Jóanis Albert Nielsen
Klokkan 07:20 í morgun loysti bjargingarbáturin Sverri av Sørvági, tí útróðrarbáturin Sunnva hevði fingið motortrupuleikar.

Sunnva var stødd suður úr Tindhólmi, og var Sverri hjá bátinum um 9 tíðina í morgun. Sverri sleipaði Sunnvu á Miðvág, og var har um 11 tíðina.