Sverri hevur sleipað ein bát seinnapartin

06-03-2021 - 16:21 - Jóanis Albert Nielsen

Um middagsleitið í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið um skrúvuna, ið var staddur í Sandhavinum.

Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Sverra, sum fór av Miðvági og var hjá útróðrabátinum kl: 12:50. Sverri sleipaði bátin til Miðvágs, teir komu á Miðvág kl: 15:15.

Hetta er tann 4. uppgávan hjá Sverra hesa vikuna.