Syngið við - í Sandavági Kristi himmalsferðardag

mentan29-05-2019 - 14:01 - Jóanis Nielsen

Í sambandi við aðalfundin hjá Kristiligum Lurtara & Hyggjarafelagií Sandavági í ovurmorgin, Kristi himmalsferðardag, verður alment sangmøti klokkan 17. Tiltakið er í Meinigheitshúsinum.

Harmonikuvinir luttaka, og eisini syngja Heine Lützen og Eyðun Jacobsen nakrar sangir.

Sjálvur aðalfundurin er klokkan 14. Beint eftir aðalfundin verður orðaskifti, har nýggi kringvarpsstjórin Ivan Niclasen og Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum, luttaka. Orðaskiftið snýr seg um leiklutin hjá Kringvarpi Føroya sum mentanarberi og um ætlanirnar fyri mentanarøkið komandi árini.

Kristiligt Lurtara & Hyggjarafelag er ein limafelagsskapur við umleið 1.100 limum, sum hevur til endamáls at virka fyri kristiligum sendingum í almenna kringvarpinum, bæði í útvarpi og sjónvarpi, og felagið vil eisini arbeiða ímóti, at útvarp og sjónvarp verða nýtt til ósømiligar sendingar.