Syrgilig tøl í Italia

corona28-03-2020 - 11:41 - Jóanis Albert Nielsen

Støðan av koronasmittuni í Italia er ikki góð. Tølini vísa nú, at omanfyri 10% av teimum ið hava fingið smittuna í Italia eru deyð.

Á okkara undirsíðu um Korona verða tølini dagført allatíðina, og kunnu tey síggjast her.

Í Italia eru 9.183 fólk deyð av teimum 86.931 fólkunum, sum hava fingið staðfest koronasmittuna. 10.950 fólk eru staðfest frísk. Í prosentum eru 10,5 % av fólkunum í Italia nú deyð av teimum ið hava fingið smittuna.

Støðan í Spania eru heldur ikki góð. Har eru 5.690 fólk av teimum 72.248 fólkunum sum hava fingið smittuna nú deyð. 12.285 eru blivin frísk.

USA er tað landið við flest smittaðum. Í USA eru 104.849 fólk, sum hava fingið stðafest korona, og eru 1.753 fólk deyð av teimum ið hava fingið staðfest smittuna.

Støðan í Kina er nógv batnað í seinastuni. Í Kina hava 81.400 fólk fingið smittuna, og eru 74.973 av teimum blivin frísk aftur.

Tað eru nú 615.000 fólk, sum hava fingið koronavirus av teimum eru 28.000 deyð, og 142.000 blivin frísk aftur.